Leygardagin 21. november kl. 16.00 verður bókin Serstakir steinar í fjøllunum løgd fram á Bátasavninum í Leirvík. Árni Jacobsen hevur lagt bókina til rættis, og allur ágóðin fer til Leirvíks Páll-skótarnar.
Á permuni stendur ein maður við síðuna av einum stórum steini, sum stendur upp á endan, við fjøllum og fjørði í baksýni. Myndin gevur eina hóming av evninum í bókini, sum telur 166 blaðsíður og hevur 275 myndir.
Til framløguna fæst bókin til keyps fyri 200 krónur. Ein drekkamunnur verður eisini at fáa, og øll eru vælkomin.
