Eyp grein
Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, vil hava Landsverk at taka upprunaligu ætlanina um ein Gøtudalstunnil millum Gøtudal og Skálafjørð upp aftur beinanvegin. Hann óttast, at ein tunnil til Skipaneskrossin fer at lata ov nógva tunga ferðslu verða verandi í Gøtugjógv, har hundraðtals børn dagliga fara í skúla og á dagstovn.
Tá Jóhan Christiansen, løgtingsmaður, 11. november setti Jacob Vestergaard ein munnligan fyrispurning um Gøtudalstunnilin, kom fram, at Landsverk kannar eina nýggja linjuføring. Sambært henni skal tunnilin koma út við rundkoyringina á Skipanesi. Upprunaliga ætlanin var, at tunnilin skuldi koma út millum millum Gøtudal og Skálafjørð. Fráboðanin kom óvart á fleiri tingfólk.
Per Martin Gregersen hevur í fleiri ár verið ein av fremstu talsmonnunum fyri Gøtudalstunlinum. Hann sigur við Eysturoyarportalin, at hann varð bæði kløkkur og ørkymlaður, tá hann hoyrdi um nýggju linjuføringina. Nú heitir hann á Landsverk um at leggja uppskotið í skrellispannina og arbeiða miðvíst víðari við upprunaligu ætlanini. Eftir hansara tykki er farleiðin millum millum Gøtudal og Skálafjørð tann stytsta og tryggasta, og gevur mest samfelagsgagn.

Vil hava tungu ferðsluna úr Gøtugjógv
Borgarstjórin vísir á, at nógvir tungir lastbilar og trailarar dagliga koyra úr Norðoyggjum og Fuglafirði til Havnar. Við einum tunli millum Gøtudal og Skálabotn kundi ein partur av hesi ferðslu farið vesturum fjørðin, sigur hann. Tað hevði lætt um í Gøtugjógv og í bygdunum á eystara armi á Skálafjørðinum.
-Tann dagin ein lastbilur trumlar ein barnagarðsflokk niður, tí man enduliga skuldi tvinga alla ferðsluna gjøgnum Gøtugjógv, tað ætli eg mær ikki at standa vitni til. Tí má Gøtudalstunnilin koma skjótast gjørligt!, sigur hann.
Per Martin vísir á, at umleið 10.000 fólk búgva norðan fyri Gøtueiði, og at nógv teirra ferðast dagliga til arbeiðis, í skúla ella til frítíðarvirksemi. Hann heldur, at ein tunnil millum Fjarða hevði givið betri gagn av Eysturoyartunlinum og av vegnum millum Skálafjørð og Strendur, sum longu er dagførdur til at bera meira ferðslu.
Skilir ikki ætlanina um veg í hæddunum
Per Martin heldur lítið skil vera í at brúka fleiri hundrað milliónir krónur til ein veg í hæddunum oman fyri Søldarfjørð, tá hálka og kavi um Gøtueiði leingi hava verið ein av stóru ferðslutrupulleikunum á leiðini.
Hann vísir eisini á, at upprunaliga farleiðin hevði bundið Sundalagið betur saman við restini av Eysturoynni. Tann fyrimunurin fer fyri skeytið við nýggju linjuføringini, heldur hann. Hann sær heldur ongan bata fyri næmingarnar, sum dagliga ferðast til Miðnám á Kambsdali.
Borgarstjórin letur eisini dyrnar standa opnar fyri einari privatari loysn. Hann heldur, at tað eigur at verða umhugsað, um privata vinnulívið kann standa fyri at gera tunnilin. Í tí sambandi vísir hann á dagligu farmakoyringina úr Norðoyggjum og Fuglafirði til Havnar.
