Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.11.2026 20:21

Lions Club Tórshavn hátíðarheldur 60 ára stovningardag við almennari móttøku

Tíðindaskriv/Lions Club Tórshavn

19. november 2026 eru 60 ár liðin, síðani Lions Club Tórshavn varð stovnaður.
Hetta verður hátíðarhildið við eini almennari móttøku hósdagin 19. november 2026 í  Auluni í Finsen ímillum kl 15 og kl 18

Móttøkan verður í sama høli, har felagið varð stovnað 19. november 1966.

Í seks áratíggju hevur Lions Club Tórshavn verið ein virkin partur av føroyska samfelagnum og hevur gjøgnum sítt arbeiði stuðlað eini røð av góðum endamálum. Síðani stovningina hevur felagið latið um 20 milliónir krónur, umroknað til nútíðar pening, til verkætlanir, felagsskapir og átøk – bæði lokalt í Tórshavn og á Streymoynni, á landsstigi og altjóða.

Stuðulsvirksemið er ein týðandi partur av samleikanum hjá Lions, har sjálvboðið arbeiði, felagsskapur og ynskið um at gera mun hjá øðrum eru grundhugsjónirnar.

Stuðul verður eisini latin á 60 ára degnum
Á sjálvum merkisdegnum verður hildið fram við hesi siðvenju, tá Lions Club Tórshavn fer at handa stuðul til nakrar felagsskapir og átøk á Streymoynni.

Á skránni fyri móttøkuna verður eisini tónleikur og sangur. Forsetin í Lions Club Tórshavn, Poul Gert Hansen, fer at greiða frá søguni hjá felagnum – frá stovnanini í 1966 og fram til dagin í dag.

Vestmanna Sangkór fer at framføra nakrar sangir, og tónleikur verður eisini á skránni.

Á móttøkuni verður boðið til lætt ábit og hugnaligt prát, har gestirnir fáa høvi at práta um Lions, arbeiðið hjá felagnum og tær mongu verkætlanirnar, sum felagið hevur verið við til at stuðla gjøgnum árini.

Við 60 ára hátíðarhaldinum ynskir Lions Club Tórshavn bæði at hyggja aftur á eitt ríkt og gevandi virksemi og samstundis at varpa ljós á týdningin av sjálvbodnum arbeiði og hjálpsemi í framtíðini.

Øll eru hjartaliga vælkomin til móttøkuna.