Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.11.2026 08:28

Veðrið: Fríggjadagin 13. november

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til leygardagin á middegi.

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, sum frá líður veksur upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, í kvøld í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður. Fyrrapartin í morgin strúkur í vindi ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s, sum frá líður vestan. Skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum við vátakava. Hitin 3 til 8 stig, í nátt niður ímóti frostmarkinum.

Sólarris: 08:32 Sólsetur: 15:48