Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.11.2026 22:20

Vakurt handverk úr føroysku viði

Fyriskipararnir av jólamarknaðinum

Í einum lítlum, hugnaligum húsum Uppi við Garð í Leirvík býr 75 ára gamli Rodmar Næs. Í kjallaranum hevur hann innrættað sær eitt lítið dreyiverkstað, har hann brúkar nógvar tímar við dreyibonkin.

Rodmar hevur stóran áhuga fyri at arbeiða við viði og hevur eitt serstakliga gott handalag. Úr hondum hansara koma alskyns vakrir lutir so sum skálir, fuglar, ljósastakar, lampur og mangt annað.

At umskapa eitt rátt træstykki til ein slættan og vakran lut krevur bæði tíð, hegni og tolsemi. Og júst hetta sæst aftur í handverkinum hjá Rodmari, har hvør einstakur lutur verður gjørdur við stórum nærlagni.

Alt verður gjørt úr føroyskum viði, og tað ger handverkið serstakt. Hvør lutur hevur sín egna dám, og við teimum ber til at prýða heimið við vøkrum, føroyskum handverki.

Men áhugin fyri at dreya snýr seg ikki einans um at arbeiða sjálvstøðugt. Rodmar hittist eisini javnan við øðrum monnum á Oyrarbakka, ið hava sama áhugað fyri handverkinum fyri at skifta orð og deila hugskot. 

Sunnudagin 15. November frá klokkan 14:00 til 18:00 verður Rodmar at hitta á jólamarknaðinum í Brandstøðini í Leirvík, har hann fer at sýna fram og selja nakrar av sínum hondgjørdu lutum.

Tað ber eisini til at bíleggja lutir beinleiðis frá honum, um man ynskir sær ein ávísan lut gjørdur eftir egnum ynski.

Komið endiliga framvið, síggið vakra handverkið og fáið tykkum eitt prát við Rodmar. 


Sí myndirnar av handverkinum hjá Rodmari.