Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.11.2026 22:17

Seyðahundakapping millum Fjarða

Mnd: Seyðahundasamband Føroya

Seyðahundasamband Føroya

Triðja seyðahundakappingin í kappingarárinum 2026/2027 verður hildin leygardagin og sunnudagin 14. og 15. novembur, tá Eysturoyar Seyðahundafelag skipar fyri seyðahundakapping millum Fjarða.

Kappingin verður hildin á náttúruvakra økinum beint við frákoyringina av vegnum millum Fjarða og Funningsfjørð. Økið er bæði áskoðaravinarligt og høgligt hjá luttakarunum.

Seyðurin, sum verður nýttur til kappingina, kemur úr tveimum hagapørtum, Grønunum og Mørkini. Hetta eru hagar, ið liggja lið um lið og hava sama eigara.

Luttakararnir møta kl. 08.30 til banagjøgnumgongd, og kappingin byrjar kl. 09.00. Hvør luttakari fær 13 til 15 minuttir til at gjøgnumføra banan.

Leygardagin kappast hundarnir í klasa 3, og higartil eru 18 hundar teknaðir til kappingina.

Sunnudagin kappast hundarnir í klassa 2 og 1, og møguleiki verður at tekna seg til hesa kappingina heilt fram til kappingarbyrjan sunnudagin.

Dómarin til kappingina hetta vikuskifti er Eyðstein Jensen. Hann er royndur dómari, sum eisini hevur verið við til fleiri seyðahundakappingar, við góðum úrslitum.

Veðurforsøgnin til hetta vikuskifti er rættiliga ivasom, og boðað verður frá kava/regni og fitt av vindi. Veðrið fær man ikki gjørt nakað við, og um tað ikki viðrar leygardagin, so verður ein roynd gjørd sunnudagin, til at fáa alla kappingina avgreidda, tvs. klassa 1, 2 og 3.

Støðan í FM 2026/2027 eftir tvær kappingar

  1. Anna Sofía Fjallheim við Midge – 9 stig
  2. Anna Sofía Fjallheim við Kelly – 8 stig
  3. Jónstein Petersen við Kvikk – 7 stig
  4. Tóroddur Vang við Svan – 7 stig
  5. Rene Hansen við Taff – 6 stig
  6. Tummas Jacobsen við Moss – 6 stig
  7. Ketty Winther við Glen – 4 stig

Kappingin er sera spennandi. Úrslitini í teimum báðum undanfarnu kappingunum hava verið ógvuliga ymisk, og tí er kappingin púra opin.

Øll eru vælkomin forbí at hyggja at kappingini, og síggja bestu seyðahundarnar í landinum kappast um FM heitið. Vit bjóða kaffi, te og møguleikan til at fáa eitt hugnaligt seyðahundaprát.