Lesarabræv
So komu kavin og hálkan, og okkurt óhapp hevur longu verið. Flestu okkara eru so heppin, at vit fyri tað mesta koyra eftir sløttum og ikki mugu lyfta okkum stórvegis uppfrá ávegis frá heimi til arbeiði. Men ikki øll eru so heppin. Í Løgtinginum hevur júst verið fyrispurningur um at gera ábøtur á Oyndarfjarðarvegin, ið er eitt sera strævið strekki at koyra um veturin, bæði vegna kava og vind. Ábøtur á vegin verða mettar at kosta 69 milliónir krónur, sigur landsstýrismaðurin, og tá er talan mest um eina breiðkan av verandi farleið. Tað vil framvegis ikki vera ein (fram)tíðarhóskandi farleið fyri oyndfirðingar og hellufólk.
Tá ið millumbygdavegir upprunaliga vórðu gjørdir, vóru teir allir smalir og ofta við sera nógvum krøppum svingum. Hetta merkir, at sjálvt um summarið ber ikki til at koyra hámarksferð eftir teimum. Seinni fingu vit tvísporaðar vegir, og tað gjørdist sum heild standard frá 60’unum og fram.
Tíverri kom framburðurin ov tíðliga hjá nógvum bygdum. Tær fingu ein høgtliggjandi fjallaveg, men kundu havt fingið ein tunnil, um bíðað varð nøkur ár – og høvdu tær bíðað enn longur, høvdu tær kanska fingið ein tvísporaðan tunnil.
Framburður var tað, men ov lítil framburður. Vit hálova ofta landsverksfrøðinginum fyri framskygni, men í grundini sýndi hann í nógvum førum vantandi framskygni, millum annað við linjuføringini av Norðskálatunlinum, ið liggur óneyðuga høgt uppi. Nógvar verkætlanir hava als ikki verið framtíðartryggjaðar, men afturlítandi lappaloysnir. Gomlu tunlarnir norður um fjall vóru avoldaðir tann dagin, teir vórðu skotnir ígjøgnum. Vegurin um Eiðisskarð til Funnings var heilt greitt avoldaður við áratíggjum tann dagin, hann varð liðugur, men varð síðani avloystur av nýggja funningsvegnum. Slíkar feilíløgur hava verið sera óhepnar fyri tær bygdir, ið fingu eina suboptimala farleið. Harumframt kunnu nevnast Gjógv, Vestmanna og Norðradalur. Aðrar bygdir hava síðani fingið sín alneyðuga tunnil:, m.a. Sumba, Fámijn og Hov (og harvið restin av sunnaru Suðuroy). Ein onnur óheppin íløga var Oyggjarvegurin, ið seinni varð rættað við Kollafjarðartunlinum – góða fjórðingsøld seinni.
Umframt fjallavegir eru eisini aðrir vegir, ið eru sera ótíðarhóskandi og vandamiklir, t.d. líðarvegirnir til Tjørnuvíkar, Víkar, Skælings, Selatrað, Skarvanes, Syðradals og Elduvíkar. Nógvar farleiðir mugu bøtast, tí tær hava verið avoldaðar í hálva øld ella meiri, og hava kvalt framburðin í nógvum bygdum kring landið. Hetta er stak harmiligt, tí stórur tørvur er á bústøðum í Eysturoy og Streymoy.
Enn verri er, at feilir framvegis eru í høvuðsfarleiðum. Vit mugu framvegis koyra upp um Sandavágsháls og upp um Gøtueiði. Hetta eru tveir týðandi fløskuhálsar í føroyska vegakervinum, ið áttu at havt fyrsta prioritet, tá ið hugsað verður um hvussu stór og tung ferðslan er. Víðvíkjandi einum Gøtudalstunli hevði harumframt verið skilagott at sloppið undan at koyrt gjøgnum Gøtu, Søldarfjørð og Runavík, men kunnað koyrt við hámarksferð heilt úr Gøtudali niður í Eysturoyartunnilin.
Aftur til Oyndarfjarðar. Ein risaupphædd skal ætlandi brúkast til at bøta um Oyndarfjarðarvegin, men hendan ábót fer bert at gera støðuna marginalt betri. Ringa veðrið um Heltnina og bratta brekkan niðan gjøgnum Hjarðardal kunnu ikki asfalterast burtur. Um ikki sjálv farleiðin verður broytt munandi, stendur Oyndarfjørður eftir við enn eini suboptimalari loysn. Bygdin hevur bara eitt skot í byrsuni, og tað hevði verið betri brúkt upp á ein tunnil antin til Millum Fjarða ella til Fuglafjarðar. (Eitt alternativ kundi verið tunnil til Elduvíkar, men tað hevði kravt munandi ábøtur á Elduvíkarvegin.) Oyndarfjarðarvegurin var avoldaður longu dagin, hann varð gjørdur, og tað hevði verið ein vanlukka fyri Oyndarfjørð og Hellurnar, um bygdirnar fingu enn eina afturlítandi lappaloysn.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur