Firum
Fríggjadagin 6. november 2026 skipaði Firum fyri vísindaligu ráðstevnuni Vitan til varandi aling | VTVA 2026 á fimta sinni. Ráðstevnan varð hildin á Hotel Hilton Garden Inn í Tórshavn og savnaði granskarar, lyklastarvsfólk úr alivinnuni, umboð fyri myndugleikar og lesandi á einum stað.
Endamálið við ráðstevnuni er at savna granskarar og fakfólk úr ymsum stovnum og fyritøkum, so tey kunnu deila nýggjastu granskingarúrslitini, skifta orð um felags avbjóðingar og styrkja samstarvið tvørtur um fakmørk. Vitan og gransking hava stóran týdning fyri burðardyggu menningina av føroysku alivinnuni.
Tá Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við alimálum setti ráðstevnuna, vísti hann á týdningin av áhaldandi menning av nýggjari vitan, sum er grundleggjandi fyri menningina av alivinnuni. Eisini nevndi hann fyrsta føroyingin, Elith Godtfred, sum í 1950unum fór undir at ala síl í Grønudali í Hovi. Tað er júst arbeiðið hjá Elith og undangongufólkum, ið hevur lagt lunnar undir føroysku alivinnuna.
Á skránni vóru 12 áhugaverdar framløgur, har føroyskir og útlendskir granskarar og fakfólk løgdu fram nýggjastu vitanina innan evni, sum hava týdning fyri alivinnuna. Framløgurnar fevndu breitt, millum annað um fiskavælferð og táknuheilsu hjá alilaksi, ávirkan á havumhvørvið, veðurlagsbroytingar, laksalús og týdningin av altjóða granskingarsamstarvi.
Høvuðsrøðari á ráðstevnuni var Carlo C. Lazado, PhD, granskari á norska granskingarstovninum Nofima, sum hevði framløgu um táknuheilsu hjá alilaksi og teir ymisku tættirnar, ið kunnu ávirka hana.
Eisini varð ljós varpað á, hvussu sjóvarhitin við Føroyar kann væntast at broytast komandi árini, og hvønn týdning veðurlagsbroytingar kunnu fáa fyri føroysku alivinnuna. Aðrar framløgur snúðu seg millum annað um reyðæti, sum kann gerast ein nýggj rávøra til alifóður, um umhvørvisstøðuna á føroysku firðunum seinastu árini, støddfrøðiliga optimering og nýhugsan í alivinnuni, umframt meting av hvussu nógvur seiður er í aliringum.
Framløguhaldararnir komu frá Firum, Havstovuni Umhvørvisstovuni, Granskingarráðnum, Fróðskaparsetri Føroya, Mat- og tilfeingishúsinum, Nofirma, University of Edinburgh og UiT The Arctic University of Norway.
Ráðstevnan endaði við einum pallborðsorðaskifti undir heitinum Vantandi vitan til varandi aling. Við støði í einari Slido-kanning, har luttakararnir fingu høvi at siga sína hugsan, varð umrøtt, hvørja vitan og gransking tørvur er á fyri at styrkja grundarlagið undir einari varandi alivinnu í Føroyum.
Í pallborðinum sótu umboð fyri alivinnuna, Heilsufrøðiliga starvsstovuna, Umhvørvisstovuna og Sjókovn. Orðstýrari var Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Firum.
Vitan til varandi aling varð fyrstu ferð hildin í 2021 og er síðani vorðin eitt afturvendandi tiltak, har gransking, vinna og myndugleikar hittast at deila vitan og umrøða felags avbjóðingar og møguleikar í alivinnuni.
Skrá og framløgur frá ráðstevnuni kunnu síggjast her
Myndarøð frá ráðstevnuni kann síggjast her