Sunda kommuna
ins og áður lýst verða tveir borgarafundir á skránni hesa vikuna.
Í morgin, mikukvøldið 11. novembur, verður borgarafundur í avhaldshúsinum í Haldórsvík. Hóskvøldið 12. novembur verður borgarafundur í skúlanum á Langasandi. Báðir fundirnir byrja kl. 20.00.
Endamálið við fundunum er, at borgarar fáa høvið at gera vart við viðurskiftir og ynskir, ið tey meta, at býráðið eigur at raðfesta.
Orðið verður frítt, og drekkamuður og ábit verður at fáa. Møtið fjølment!