Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin.
Frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður við regni ella kava. Seinnapartin veksur vindurin upp í strúk ella skrið, 13 til 18 m/s, skýggjað og ælaveður við vátakava í støðum. Í kvøld gongur hann upp í norðan, strúkur í vindi ella skrið, 13 til 18 m/s. Í nátt frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, skýggjað og ælaveður. Fyrrapartin í morgin minkandi niður í frískan vind ella strúk norðan, 8 til 13 m/s, skýggjað og okkurt æl. Hitin -1 til + 7 stig.
Sólarris: 08:26 Sólsetur: 15:53