Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.11.2026 20:39

Josephsen er ljósabláur

Mynd: Víkingur

Víkingur skrivar:

Víkingur og Jóhan Josephsen hava undirskrivað ein tvey ára sáttmála.

Jóhan er 21 ára gamal og er upprunaliga KÍ’ari, men hevur eisini spælt við B68. Jóhan er framrættaður leikari og hevur eisini umboðað fleiri U-landslið.

Vit gleðast um at Jóhan hevur valt ljósablátt og vit ivast ikki í at tit taka væl ímóti honum.