Ein søgulig løta. Ein fantastiskur felagsskapur. Eitt meistaraheiti, sum vit hava bíðað eftir í 19 ár.
Her er ein filmur, ið tekur okkum aftur til teir báðar seinastu dystirnar í kappingarárinum 2026. Til dagarnar, tá spenningurin, vónirnar og dreymurin um FM-heitið gjørdust til veruleika.
Filmurin gevur eitt innlit í tær serligu løturnar, kenslurnar og samanhaldið, sum eyðkendu endan á einum ótrúligum kappingarári.
Frá spenningi og nervum til ómetaliga gleði og hátíðarhald. Hetta eru løtur, ið vit ongantíð fara at gloyma.
Hetta er meira enn fótbóltur. Hetta er NSÍ!
Setið tykkum væl til rættis, njótið filmin og upplivið enn einaferð, tá NSÍ gjørdist Føroyameistari 2026.
NSÍ takkar Árna Øregaard fyri hansara megnar arbeiði í samband við allari framleiðsluni av hesum filmi.
FRAMLEIÐSLA:
Filmað: Árni Øregaard, Sámal Gunnarsson og Rúni Eysturlíð
Dronumyndir: Árni Øregaard, Bárður Poulsen og Pætur á Líknargøtu
Huglagstónleikur: Árni Øregaard
Tónleikur: “Lið mítt við Løkin” – Steintór Rasmussen (orð og lag), Edmund Jacobsen (sang)
Tíðindafólk samrøður: Høgni Lamhauge
Tíðindafólk FM1: Trygvi Absalonsen
Klipt og sett saman: Árni Øregaard