Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.11.2026 08:28

Jensa var best í oktobur

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, saman við pápanum, Tórolvi Jacobsen, og próvnum uppá, at hon var besti spælarin í MeistaraDeildini hjá kvinnum í oktobur 2026 - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Mánakvøldið tók Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi ímóti heiðurinum sum besti spælari í MeistaraDeildini hjá kvinnum í oktobur mánaði.

Mánakvøldið fór kvinnulandsliðið undir fyrireikingarnar til Baltic Cup, sum er á skránni seinni í mánaðinum.

Men áðrenn venjarin, Pætur Smith Clementsen av álvara setti venjingina í gongd, bleiv Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir úr Víkingi heiðrað sum besti spælari í MeistaraDeildini hjá kvinnum í oktobur mánaði.

Hinar báðar, ið eisini vóru tilnevndar hesaferð og við í atkvøðugreiðsluni á sona appini, vóru Birita Ryan úr KÍ, og Evelin Mastropasqua úr 07 Vestur.

Tað var pápi Jensu, Tórolvur Jacobsen, sum vegna Fótbóltssamband Føroya handaði dótturini eitt gávubræv frá Føroya Tele, og ein serstakan minnislut, ið er latin av FSF.

Átakið “besti spælari í hvørjum mánaði” er skipað í samstarvi við høvuðsstuðlarnar hjá MeistaraDeildini, Atlantic Airways, Bygma Balslev og Føroya Tele.