Dagar og nøvn í álmanakkanum
Teodor, doyði umleið 300. Ungur rómverskur hermaður, sum var vorðin kristin. Hóast tær atsóknir, Diokletian gjørdi at teimum kristnu, helt hann fast við trúnna. Setti eld á eitt skurðgudatempul í Róm og varð tikin av døgum.
Grikst navn, Guðs gáva.
Pauli Dahl, yvirlækni, føddur í Vági 1898.
Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð