Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi fram til á middegi leygardagin.
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður í støðum. Tá líður á seinnapartin regn ella ælaveður. Í kvøld gongur hann upp í norðan og veksur vindin upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, enn samdrigið og sum frá líður bert okkurt æl í støðum. Fyrrapartin í morgin minkar hann vindin niður í lítið lot, minni enn 5 m/s. Hitin 5 til 10 stig; í nátt millum frostmarkið og 5 stig.
Sólarris: 08:21 Sólsetur: 15:58