Nýggja farmaskipið hjá Navigare Shipping, Hav Fles, varð doypt í Søldafirði í dag.
Stjórin Álvur Højgaard beyð vælkomin. Sigrun Jónsveinsdóttir, landsstýrismaðurin Bárður á Steig Nielsen og Thecla Bodewes, eigari og stjóri í Royal T. Shipyards, hildu eisini røðu. Hornorkestur spældi, og gestirnir fingu ábit og høvi at fara um borð at síggja skipið.
Hav Fles er 90 metrar langt, lastar 5.500 tons og er annar av fýra nýbygningum hjá reiðarínum.
Systurskipið Hav Leiti, fyrsti nýbygningurin í 60 ára søgu felagsins, kom fyrr í ár. Tvey skip aftrat eru væntandi í 2027.
Myndir: Árni Øregaard/Eysturoyarportalurin























































































Les eisini: Hav Leiti hjá Navigare Shipping kom í dag á Søldarfjørð (Myndarøð)