Dagar og nøvn í álmanakkanum
Engelbrekt, doyði 1225. Týskur munkur, sum longu 30 ára gamal gjørdist erkibiskupur í Køln. Sum kirkjupolitikari tók hann sær av fyri at bøta um mong viðurskifti, sum vóru farin av lagi. Fekk, sum vera man, nógvar fíggindar, sum gingu saman í ráð og myrdu hann.
Týskt, av fólkaslagnum anglar saman við orðinum bjartur.
Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð