Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.11.2026 22:01

Nýggjur venjari í Klaksvíkar Badmintonfelag

Tíðindaskriv/Klaksvíkar Badmintonfelag

Klaksvíkar Badmintonfelag, KBF, hevur fingið nýggjan venjara. Vit eru sera fegin um at bjóða Elizabeth vælkomna í felagið.

Elizabeth er 27 ára gomul og kemur úr Indonesia. Hon er longu farin undir venjarastarvið í Klaksvík og kemur at venja øll liðini hjá KBF. Hon hevur spælt badminton runt í Asia. Frá 2018 til 2021 spældi og vandi hon í Danmark, og hon hevði eisini eitt kappingarár har í 2024. Seinastu tvey árini hevur hon serliga luttikið í lokalum landskappingum.

Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum hjá Elizabeth verður at fáa øll við og at skapa góðar venjingar fyri leikarar á øllum stigum. Samstundis verður arbeitt miðvíst við at venja vaksnu leikararnar, so teir kunnu fyrireika seg til Oyggjaleikirnar.

Við sínum royndum og førleikum fer Elizabeth at koma við nýggjum íblástri til venjingarnar og til felagið sum heild. Vit gleða okkum til samstarvið og til at síggja, hvussu hon kann vera við til at menna leikararnar og badmintonítróttin í Klaksvík. Vit vóna, at hon fer at trívast væl bæði í Klaksvík og í KBF.

KBF vil eisini takka ársins stuðlum fyri teirra stuðul. Stuðulin hevur stóran týdning fyri arbeiðið í felagnum og hjálpir okkum at skapa góðar karmar fyri leikarar og venjarar.

Ársins stuðlar eru Norðoya Sparikassi, CIG, JFK, Reyni Service, KSS, Norðoya Litbúð, Blikksmiðan og Stýr.

Hjartaliga vælkomin í Klaksvíkar Badmintonfelag, Elizabeth — og takk til okkara stuðlar!