Hondbóltssamband Føroya
Erling Erlendsson úr Kyndli er kallaður inn í A-landsliðshópin fyri Ísak Vedelsbøl, sum hevur fingið ein skaða í seinastu venjingini fyri fráferð til Montenegro.
Erling er eins og Ísak miðverji og strikuleikari. 19-ára gamli Erling er á føroyska U20-landsliðnum og hevur landsliðsroyndir frá U18 og U20 EM-endaspølum og einum U19 HM-endaspælið.
Føroyar møta Montenegro á útivølli í Podgorica sunnudagin kl. 17.00, føroyska tíð. Kringvarpið vísir dystin.