Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.11.2026 18:35

Kópur í Føroyum – skaðadjór ella týðandi partur av náttúruni?

Tíðindaskriv/Visit Runavík

Kunnandi tiltak á MEST í Runavík setur sjóneykuna á kóp, gransking og framtíðar umsiting av føroyska kópastovninum.

Er kópurin eitt skaðadjór, sum eigur at verða gagnnýttur, ella er hann ein týðandi partur av føroysku vistskipanini, sum vit eiga at verja? Og hvussu stór er ávirkanin hjá kópinum í veruleikanum á føroyskt havumhvørvi, fiskivinnu og alivinnu?

Hetta eru nakrir av spurningunum, sum verða settir á breddan, tá MEST í Runavík bjóðar til kunnandi tiltak um kóp í Føroyum í samband við Býarskáan.

Síðani 2021 hevur verið bannað alivinnuni at veiða kóp í Føroyum. Nú er aftur kjak um kópastovnin og umsitingina av honum, og uppskot um lóggávu, sum skal loyva kópaveiðu, er á veg.

Men hvat vita vit veruliga um føroyska kópastovnin? Hvussu stórur er hann, hvørja ávirkan hevur kópurin á náttúruna og vinnulívið, og hvørjar møguleikar og avbjóðingar eru knýttar at eini møguligari kópaveiðu?

Á tiltakinum verður høvi at hoyra ymisk sjónarmið og fáa innlit í evnið frá fólki við serkunnleika og royndum.

Á skránni eru framløgur frá Bjarna Mikkelsen frá Havstovuni, Kaj Eli Sørensen frá Veiðufelagum og Magnusi Gaard, lívfrøðingi, sum fara at lýsa evnið frá ymiskum sjónarhornum. Eisini verður eitt orðaskifti millum hesar, har Annika Bolton Mortensen verður orðstýrari.

Endamálið er at skapa størri vitan um eitt evni, sum bæði snýr seg um náttúru, vinnu, siðvenju og framtíðar umsiting av okkara tilfeingi.

Tiltakið er ókeypis og partur av Kom og MENN’ist, sum verður á MEST í Runavík frá kl. 16.00 leygardagin 7. november. MEST bjóðar til opið hús frá kl. 15.00, har høvi verður at síggja verkstaði og hoyra um virksemið hjá felagnum. Eisini fer OY at hava ølsmakking og Sámal Ravnsfjall spælir nøkur løg. Meira kunning á byarskain.fo ella facebook síðuni hjá Býarskáanum.