Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.10.2026 10:22

Súni hugleiðir um lívið í Føroyingahavnini

Fríggjakvøldið 30. oktober klokkan 18 verður kvøldseta í Skála skúla, har Súni Kristiansen fer at greiða frá minnunum úr Føroyingahavnini. Kvøldsetan setur punktum fyri endurnýtslufagnaðinum.

Søgur úr Føroyingahavnini verða á skránni, tá boðið verður til eina hugnaliga kvøldsetu í Skála skúla fríggjakvøldið.

Súni Kristiansen var bert sjey ára gamal, tá hann var eitt hálvt ár í Føroyingahavnini saman við foreldrum sínum og tveimum yngri beiggjum. Á kvøldsetuni fer hann at hugleiða um hetta minniliga og hendingaríka summarið.

Fyrireikararnir leggja upp til eitt kvøld við áhugaverdum, spennandi og rørandi søgum um lívið á hesum fjarskotna staði, sum hevur sítt serliga pláss í føroyskari søgu. Nógvir føroyingar hava havt tilknýti til Føroyingahavnina, og hjá mongum eru søgurnar haðani eisini ein partur av familjusøguni.

Umframt hugleiðingarnar hjá Súna verða sjómanssangir sungnir, og ein góður drekkamunnur verður eisini at fáa.

Kvøldsetan er seinasta tiltakið í endurnýtslufagnaðinum, og fyrireikararnir bjóða øllum hjartaliga vælkomnum í Skála skúla fríggjakvøldið 30. oktober klokkan 18.