Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.10.2026 10:11

Mann kann tosa saman, og samstundis standa við sítt

Meeting of the Ministers for Co-operation

Lesarabræv

Undir norðurlandaráðsfundin í Helsinki hevur verið ávíst politiskt órógv millum norðurlendsku stjórnarleiðararnar. Donsku og Svensku forsætisráðharrarnir, Mette Frederiksen og Ulf Kristersson, hava funnist at Jonas Gahr Støre, forsætisráðharra í Norra og Alexander Stubb, forseta í Finlandi, fyri at hava havt eina telefonsamrøðu við Vladimir Putin.

Atfinningarnar snúgva seg um manglandi samskipan, og at norðurlond – um ikki Evropa í síni heild – nú tykjast ikki at standa saman móti Russland.

Mette Frederiksen tykist at verða lopin fram av. Hon telist millum teir stjórnarleiðarar í Evropa, ið hava tað harðastu politisku linjuna mótvegis Russland. Tað hevur hon eisini góðar orsøkir til, tí vit mugu veruliga vara okkum fyri Russland.

Men mann má minnast til, at Norra er millum størstu hernaðarligu og fíggjarligu stuðlar hjá Ukraina, og Finland meldaði seg saman við Svøríki upp í NATO aftaná Russisku innrásina í Ukraina í 2022. Tað er tískil ongin ivi, hvat Norra og Finland standa í spurninginum um Russland ella støðuna í Ukraina.

Men Norra og Finland deila landamørk við Russland. Norra hevur eisini eina ábyrgd um at samstarva við Russland um felags umsiting av ávísum fiskastovnum. Tí er tað náttúrligt, at Norra og Finland royna at røkja egin áhugamál, tó uttan at geva seg í mun til felags linjuna hjá Evropa.

Og mann kann og má samskifta, um hetta kríggið skal fáa ein enda. Tað vita Ukraina og Russland eisini, og tað er eisini orsøkin til at USA, Russland og Ukraina hava sett ein fund í Abu Dhabi í november at samráðast.

Spurningurin er tískil ikki, um mann skal tosa saman. Fyri partarnar snýr tað seg meira um, hvørja støðu mann er í, tá mann velur at seta seg við samráðingarborðið.

Í 1987 hittust Ronald Reagan og Mikhail Gorbachev til ein toppfund í Reykjavík at umrøða eina niðurdubbing av kjarnorkuvápnum, mannarættindaspurningar og annað, hóast kalda kríggið tá stóð uppá sítt hægsta. Hetta var einans gjørligt tí at Sovjetsamveldið var viknað somikið nógv, at tey vóru noydd at samráðast við USA. Jarntjaldið fall fá ár seinni.

Tí er onki galið við at tosa saman. Tað sum hevur týdning er, at vit ikki heimila órímiligu krøvini frá Putin, og halda fram at leggja trýst á Russland, soleiðis at Putin er so veikur sum gjørligt, áðrenn hann setur seg við samráðingarborðið.

Vit mugu halda fram at sanktionera Russland, og handhevja tær sanktiónir, ið vit hava samtykt, soleiðis at Russland stendur í einari veikari samráðingarstøðu, tá ið løtan kemur.

Vit mugu halda fram við at stuðla Ukraina, bæði fíggjarliga og hernaðarliga, soleiðis at Ukraina stendur í einari sterkari samráðingarstøðu, tá ið løtan kemur.

Og vit mugu nokta russum førleikan at fremja hybridálop móti okkum og okkara sameindu, ið hava sum endamál at skilja okkum og vikna um okkara samanhald.

Tí mugu vit tosa saman, men bert um úrslitið er friður, fólkaræði og sjálvræði.

Bjarni Kárason Petersen
Løgtingslimur