Eysturoyar Vinnulívsfelag
Í dag, Mikudagin 28. oktobur, kl. 13 – 16.00, verður ein sera viðkomandi ráðstevna á skránni við evninum “Vitlíki og kappingarføri hjá vinnuni”.
Talan er um árligu ráðstevnuna hjá EVF, sum er almenn, og tí er tilmelding neyðug. Ráðstevnan í ár kostar 100 kr. pr. persón fyri limir og 250 kr. pr. persón fyri feløg, sum ikki eru limir í EVF.
Eitt av høvuðsendamálinum við EVF er at arbeiða fyri at stimbra kappingarføri hjá vinnuni. Í dagsins vinnuumhvørvi er tað lítil ivi um, at evnini hjá fyritøkum til at gagnnýta Vitlíki til øktan produktivitet vilja vera avgerandi fyri at klára seg í kappingini í komandi tíðum. Menningin gongur við rúkandi ferð, og tað ber ikki til at lata vera við at taka støðu til eina vitlíkis strategi.
Á ráðstevnuni kemur tú m.a. at hoyra niðanfyristandandi framløgur (tilvildarlig raðfylgja):
- Suni Justinussen (form.) bjóðar vælkomin
- Kristian Eli Zachariassen, KT-Leiðari á Bakkafrost: Frá vitlíki til ítøkiligt virði
- Høgni Dahl Jakobsen, CFO á Bakkafrost – Kappingarføri og produktivitetur í einum nýggjum veruleika
- Framløgur frá fyritøkum har tað verður greitt frá, hvussu tey brúka vitlíka í teirra arbeiði. (15 min + 5 til spurningar):
- Ólavur Simonsen, Kodio
- Leif Johannesen, Gro Aqua
- Eyðun Klakstein, venjari hjá A-Landsliðinum, greiðir frá hvussu landsliðið hjá monnum nýtir vitlíki til strategi arbeiðið, dystarplanlegging og greining – og eisini hvat verður frávalt. Ein spennandi og alternativ framløga
Sum altíð á tiltøkum hjá Eysturoyar Vinnulívsfelag, er sera gott høvi at netverka í stegðinum.