Hondbóltssamband Føroya
Føroysku kvinnurnar vístu tenn og góða breidd í seinna vinardystinum móti Eysturríki. Okkara vístu seg sera ágrýtnar og málsóknar og vunnu sannførandi 32-27, eftir at Føroyar vóru á odda 13-12 í hálvleikinum.
Føroyar byrjaðu dystin við høgari leikferð og gekk væl at koma til kjansir. Dysturin gekk fyri tað mesta javnt í fyrra hálvleik, og vóru tað brendir málmøguleikar ella villur á báðum síðum, sum avgjørdi hvør skiftivís var á odda. Eysturríki var tó oftari á odda fyrstu løtuna, men tóku okkara leiðsluna, 7-6, um miðjan hálvleik og hildu hálvleikin út. Tað var serliga føroyska verjan, sum stóð betri í mun til dystin hósdagin, og stóð Rakul Wardum eisini sera væl í málinum. Hon hevði 8 bjargingar í fyrra hálvleiki. Var nakað at seta fingurin á, so var tað at Føroyar brendu 3 brotskøst í fyrra hálvleiki. Okkara vóru tó á odda 13-12 í hálvleikinum. Agatha Djurhuus og Rakul Borgarlíð Joensen fingu sínar eisini fyrstu minuttir á A-landsliðnum og komu væl inn ávikavist á strikuni og høgra bakki.
Føroyar settu seg á seinna hálvleik frá byrjan. Stoytandi 6-0 verjan stóð væl og trýsti eysturríkar til villur. Føroyar vunnu seg upp á eina 5 máls leiðslu, 20-15, og hildu hesa dystin út. Føroyar spældu við stríðsvilja og yvirskotið, og fingu nýggju leikararnir eisini sýnt seg væl fram. Silja G. Eystberg fekk sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum og Joan Johannesen, Rakul Borgarlíð Joensen og Christina Arge komu væl inn á vengrunum. Føroyar vóru sannførandi og vunnu greitt 32-27.
Fyrireikingarnar til EM-endaspælið halda fram í viku 48, síðst í november, tá Føroyar spæla Golden League í Noreg, har mótstøðuliðini eru Noreg og Danmark.
Málskjúttar:
Pernille Brandenborg 7 (1)
Jana Mittún 5
Maria P. Nólsoy 4
Rannvá Olsen 4
Marita Mortensen 3
Silja G. Eystberg 2 (1)
Christina Turiðardóttir Arge 2
Joan Johannesen 2
Brynhild Pálsdóttir 1
Vár B. Zachariasen 1
Rakul Borgarlíð Joensen 1
Málverjar:
Rakul Wardum 30 min., 8 bjargingar
Annika Fríðheim Petersen 30 min., 5 bjarginga