Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.10.2026 08:57

Veðrið: Sunnudagin 25. oktober

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi mánadagin.

Frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi og norði, 10 til 15 m/s, samdrigið og samregn, stundum grovt regn. Út á fyrrapartin gongur vindurin upp í norðan, men fer um middagsleitið at mala millum landnyrðing og útnyrðing eitt skiftið, áðrenn hann minkar niður í frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s. Seinnapartin samdrigið og ælaveður. Í kvøld veksur vindurin upp í frískan til hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, fyrst sunnanfyri. Samdrigið og regn. Út á náttina gongur hann niður í vestan, frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, skýggjað og ælaveður. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað, onkur sólglotti og bert okkurt ælið. Hitin 6 til 10 stig.

Sólarris: 07:38 Sólsetur: 16:42