Trúboðin
Í kvøld kl. 19:00 byrja stórmøtini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum verða við Tjarnir hetta vikuskifti. Á skránni eru møtir og tiltøk til bæði børn, ung og vaksin.
Fyrsta møtið verður í høllini kl. 19 í kvøld, har Torleif Johannesen talar og manskórið úr Thabor í Fuglafirði syngur. Yvirskriftin fyri møtið er ‘Skriftin eina’.
Eitt junior-tiltak er til tey størru børnini samstundis sum møtið er – og barnaansing er fyri tey smærru børnini. Øll byrja tó saman inni í stórhøllini.
Stórmøtið kl. 19 verður eisini sent á SJEY, stroymt á Trubodin.fo og á Rás1 á Televarpinum.
Teknmálstulkur verður eisini, umframt at møtini verða tulkaði til enskt umvegis headsett, ið fáast við kunningardiskin við inngongdina.
Ungdómsmøti seinni í kvøld
Seinni í kvøld kl 21.30 verður so eitt stórt ungdómsmøti, har Suni Justinussen talar og Jóhanna Sámalsdóttir og Anna Lovisa Mýri, sum vit eisini kenna frá sendingini Hoydalar, koma at syngja.
Øll eru hjartaliga vælkomin á Stórmøti. Skráin kann lesast inni á www.mission.fo.