Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.10.2026 08:11

21. oktober: 11.000 moyggjar

Mynd: Ursula (vitlíki)

Dagar og nøvn í álmanakkanum

11.000 moyggjar. Halgisøgurnar siga frá, at ein kongsdóttir úr Bretagne, Ursula av navni, varð trúlovað enskum kongssyni. Tey gera av at hittast í Køln, men fyrst skal hon gera pílagrímsferð til Róm. Hon fer avstað og henni fylgja 11.000 moyggjar, men hetta talið er helst skrivað skeivt fyri 11. Tá ið tær skulu fara til Køln, legði ein heiðin skari av Húnalondum eftir teimum, og teir neyðtóku tær og drupu tær. Í fyrsta umfari var Ursula spard, men tá ið hon ikki vildi lovast heidna húnakonginum, fekk hon somu lagnu.

A.C. Evensen doyði 1917.

Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð