Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin.
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, norðanfyri upp í strúk, 13 m/s, samdrigið og regn, í støðum grovt regn. Seinnapartin lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, í støðum frískur vindur, 10 m/s, samdrigið og regn. Í nátt eitt skiftið lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður; miðskleiðis í nátt, støkkur hann vestum, og veskur upp í frískan vind til strúk vestan, 8 til 13 m/s. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin 7 til 11 stig, í nátt niður í 5 stig.
Sólarris: 08:26 Sólsetur: 17:54