Gøtu kirkja
Sunnukvøldið 1. november framførir Gøtu Kirkju Ungdómskór stóru norsku allahalgannarmessuna, skriva av stóra norska tónaskaldinum Egil Hovland fyri Kór, Orgul, Liturgar og Blásarar (3 trompetir og 3 trombonir/euphonium).
Messan er týdd til føroyskt, og vendir sær til øll, og í serligan mun til tey, sum hava mist onkran, sum stóð teimum nær.
Kórleiðarin, Símun Hammer, hevur í nógv ár droymt um at framføra hesa messuna, sum er ein verulig messa, ið eisini inniheldur kontinuerliga altargongd, meðan kórið syngur. Hon varð fyrstu ferð framførd í fjør, og vónin er at gera hetta til eina góða siðvenju hvørt allahalgannasunnukvøld í Gøtu kirkju.
1. nov. kl. 19.00. Vælkomin øll.
