Tíðindaskriv
Jákup Reinert Hansen heldur fyrilestur um Mikkjal á Ryggi í Kaldbak hóskvøldið 22. oktobur kl. 20.00.
So verður aftur boðið til fyrilestur í Kaldbakshøllini.
Í fyrilestrinum hesaferð hoyra vit, hvussu Mikkjal á Ryggi væl upplagdur lýsir tær fýra árstíðirnar her á landi í náttúru, arbeiðslívi og trúarlívi. Trivið verður í nakrar av hansara sangum og sálmum, og áhoyrararnir sleppa eisini sjálvir at taka lut í felagssangi.
Jákup Reinert Hansen er lektari á Fróðskaparsetri Føroya og hevur viðgjørt Mikkjal á Ryggi bæði í fyrilestrum, greinum og útvarpssendingum. Í 1994 gav hann saman við Heina F. Petersen út “Mikkjalsbók” á Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Myndin niðanfyri av Jákupi Reinert Hansen er tikin frammanfyri gamla Bróstsjúkrahúsið í Hoydølum, har Mikkjal á Ryggi búleikaðist og virkaði tey seinastu 11 árini av lívi sínum. Seinastu árini var hetta partur av Føroya Studentaskúla í Hoydølum.
Fyrilesturin er sjálvandi ókeypis.
