Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.10.2026 09:47

Veðurlagskreppan er avlýst – sjálvt av Gretu Thunberg

Sámal Sunnudag

Fyri nøkrum árum síðani østi svenski tannáringurin Greta Thunberg heimin upp í skúm við sínum veðurlagsmótmælum. “I want you to panic” stendur eftir sum tragikomiska sitatið, ið er vorðið ímyndin av svenska livibreyðs-aktivistinum. Í fullari longd ljóðar sitatið: “I don’t want you to be hopeful. I want you to panic. I want you to feel the fear I feel every day. And then I want you to act. I want you to act as if your house is on fire. Because it is.”

Orðini fullu á toppfundi í Davos –  áðrenn Covid19-farsóttina, áðrenn Ukraina-kríggið, áðrenn Gaza-kríggið, áðrenn Trump varð afturvaldur… Nógvar vanlukkur eru hendar, síðani vit sluppu tíggjunum, og hóast veðurlagskreppan versnar alsamt, minkar hon alsamt í raðfesting og diskursivum mátti. Alskyns aðrar kreppur hava yvirhálað, og fólk flest tykjast nærum hava gloymt alt um ógvusligu ójavnvágirnar í veðurlagnum. Sjálvt ein hin sterkasta El Niño í søguligari tíð fær ikki fólk at sýna veðurlagnum ans.

Les meira: Veðurlagskreppan er avlýst – sjálvt av Gretu Thunberg

Spjaldur