Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.10.2026 09:59

Landsseyðasýningin 2026

Mynd: Búðnarstovan

Búðnarstovan

Landsseyðasýningin 2026 verður eins og síðstu árini, at sýnsmenn fara út í økini at sýna. Hetta verður í tíðarskeiðnum 12. til 14. november 2026. Endaliga úrslitið fyri LSS 2026 verður kunngjørt fríggjakvøldið 20. november 2026, kl. 19.00.  Tilmeldingin til LSS26 er í síðsta lagi mánadagin 9. november 2026 kl. 15.00.

Reglugerðin fyri Landsseyðasýningina kann lesast her. 

Reglugerðin fyri hvussu ein brundseyður skal síggja út.

Fyri at luttaka í landsseyðasýningini, skal seyðurin vera sýnaður á lokalari sýning, ið er góðkend av Búnaðarstovuni. Váttan fyri luttøku kann takast niður av heimasíðu Búnaðarstovurnar. Harafturat skal seyðurin vera frískur, og tað skal vera staðfest við ílegukanning, at hann hevur mótstøðuføri móti ridluskriða, sum greitt er frá í reglugerðini fyri LSS.

Seyðurin skal meldast til landsseyðasýningina á Búnaðastovuni í síðsta lagi mánadagin tann 9. november 2026 kl. 15.00. Tá meldað verður til, skal sýnsváttan sendast Búnaðarstovuni samstundis. Valdir verða 5 góðkendir sýnsmenn, umframt ein samskipara og ein skrivara.

Tá tær lokalu sýningarnar hava verið, fara valdu sýnsmennirnir runt til økini at sýna 3 teir vakrastu veðragjólingarnar, 3 teir vakrastu veturgomlu veðrarnar og 3 teir vakrastu veðrarnar 2 ár ella eldri.
Samskiparin setir seg í samband við ein persón úr økinum, sum samlar vinnandi seyðirnar frá viðkomandi sýning á einum stað. Hetta er tó treytað av, at teir eru meldaðir til landsseyðasýningina. Síðan fara valdu sýnsmennirnir út at sýna viðkomandi seyðir.
Sýnsháttur: seyðurin verður sýnaður eftir einum stigaskala frá 0 – 10 fyri ávikavist – bein framman – bein aftan – horn – ull – heildarmynd. Mátini frá teimum lokalu sýningunum verða nýtt. Sýnsmenninir sýna hvør sær, og tá liðugt er á einum stað, verða sýnspappírini hjá teimum 5 dómarunum handað skrivaranum til varðveitslu.

Spjaldur