Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.10.2026 09:41

Veðrið: Leygardagin 17. oktober

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til sunnudagin á middegi.

Frískt lot til frískan vind vestan, seinnapartin lækkandi niður í útsynning, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað ella skýggjað og okkurt ælið. 
Í kvøld fer vindurin at veksa. Í nátt frískur vindur upp í hvassan vind millum útsynning og sunnan, 10 til 15 m/s, skýggjað og okkurt ælið. 
Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind millum útsynning og sunnan, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s, tað dregur á luftina til samdrigið og sum frálíður ælaveður ella regn.
Hitin 6 til 11 stig

Sólarris: 08:15 Sólsetur: 18:07