Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.10.2026 15:43

KAF og Heilsuhjálparafelagið hava gjørt semju um 3 ára sáttmála

Mynd: Kommunala Arbeiðagevarafelagið

Kommunala Arbeiðagevarafelagið

Fyrrapartin í dag 16. oktober 2026 tóku Heilsuhjálparafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið undir við semingsuppskoti, sum Semingsstovnurin legði fyri partarnar seinnapartin í gjár.

Semingsuppskotið er um løn – og um, at arbeiðstíðar um kvøldið og um náttina fara at telja meira.

Talan er um eina 3 ára semju, har lønarhækkanin er býtt soleiðis:

Tann 1. januar 2026 hækkar mánaðarlønin við 3,87%

Tann 1. oktober 2026 hækkar mánaðarlønin við 1.000 kr.

Tann 1. oktober 2027 hækkar mánaðarlønin við 3%

Frá 1. apríl í 2027 fara arbeiðstímar um kvøldið- og um náttina at telja meira

Í dag telja arbeiðstímar millum kl. 17.00 og kl. 06.00 um morgunin 1 tíma og 4,5 min.

Frá 1. apríl 2027 fara tímar um kvøldið og um náttina at telja ymiskt, sí niðanfyri:

Arbeiðstímar millum kl. 17:00 til 23:00 telja 1 tíma og 8 min.

Arbeiðstímar millum kl. 23:00 til 06:00 telja 1 tíma og 16 min. í normi.