Fiskamarknaður Føroya
Línuskip: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar mest av hýsu og so eitt sindur av toski. Tað kemur at landa síðst í vikuni. Átta frystilínuskip eru við Føroyar. Tey fiska eina blanding av hýsu, toski og so nakað av longu og brosmu. Eitt frystilínuskip er við Eysturgrønland og fiskar svartkalva. Eitt er á Flemish Kap og fiskar tosk.
Útróður: Streymurin er góður tað mesta av vikuni. Veðri verður ógvuliga ivasamt, so vit vanta ikki tað stóra av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir eru eystanfyri og fiska svartkalva og annan djúpvatnsfisk.