Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.10.2026 12:12

Rithøvundavitjan úr Íslandi

Bókasavnið við Løkin

Týskvøldið 13. oktober kl. 19.30 vitja høvundarnir á Bókasavninum við Løkin. Har fara teir at lesa upp, Kári Sverrisson og Óli á Grindafløtti fara at spæla nøkur løg, sum Kári hevur gjørt til yrkingar eftir Einar Már, og annar týðarin, Martin Næs, hevur samrøðu við rithøvundarnar. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Í døgunum 8.-14 oktober vitja íslendsku rithøvundarnir Einar Már Guðmundsson og Þórarinn Eldjárn í Føroyum.
Sprotin hevur í seinastuni givið tríggjar av bókum teirra út á føroyskum. Bøkurnar eru skaldsøgurnar:
Íslendskir kongar (2025) og Frá høvur til hæl (2026), eftir Einar Már Guðmundsson
og yrkingasavnið:
Jarðfest norðlýsi (2026) eftir Þórarinn Eldjárn.
Týskvøldið 13. oktober kl. 19.30 vitja høvundarnir á Bókasavninum við Løkin. Har fara teir at lesa upp, Kári Sverrisson og Óli á Grindafløtti fara at spæla nøkur løg, sum Kári hevur gjørt til yrkingar eftir Einar Már, og annar týðarin, Martin Næs, hevur samrøðu við rithøvundarnar.
Øll eru hjartaliga vælkomin – ein kaffimuður er eisini afturvið