Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.10.2026 13:57

Meting fyri viku 42, 2026

Savnsmynd: Eyp.fo

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer vantandi út um vikuskiftið. Tað fiskar mest av hýsu og so eitt sindur av toski. Landar vantandi síðst í vikuni. Átta frystilínuskip eru við Føroyar. Tey fiska eina blanding av hýsu, toski og so nakað av longu og brosmu. Eitt frystilínuskip er við Eysturgrønland og fiskar svartkalva.

Útróður: Streymurin er harður fyrst í vikuni, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður vánaligt, so vit vanta ikki tað stóra av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk.