Vinnulívsfólk, politikarar og onnur kend fólk í Runavíkarøkinum mannað hvør síni lið í einum heldur øðrvísi fótbóltsdysti við Løkin í kvøld.
Talan var um ein stuðulsdyst, har peningurin, sum kom inn, fór til raksturin av ítróttarfelagnum NSÍ.
Vanliga eru tað fótbóltsspælararnir hjá NSÍ, sum fólk koma at hyggja at við Løkin. Hesa ferð fingu áskoðararnir tó høvi at síggja fólk úr vinnulívinum, politikarar og onnur kend andlit royna síni fótbóltskynstur á vøllinum.
Dysturin varð bríkslaður í gongd klokkan 18.30 av kenda og roynda lokala dómarinum, Dagfinn Forná.
Myndir: Pætur E. Jacobsen/ Eyp.fo






































