Lesarabræv
Til viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027, hava fleiri atfinningar verið mótvegis uppskotinum hjá Sambandsflokkinum um at hækka markið fyri mótrokning av arbeiðsinntøku hjá pensjónistum í fólkapensjón.
Serliga Tjóðveldi finst hvassliga at, at pensjónistar ikki longur verða revsaðir fyri at arbeiða. Men ikki ólíkt teimum, so tykjast tey sjáldan at vilja styrkja føroyska arbeiðsmarknaðin.
Endamálið við at hækka markið fyri nær, ein pensjónistur verður mótroknaður av arbeiðsinntøkuni í fólkapensjón, er at fáa fleiri føroyingar á arbeiðsmarknaðin – vit raðfesta føroyskt!
Fleiri pensjónistar eru í dag, sum hava hug og orku at arbeiða, men gevast, tá teir nærkast markinum, sum í dag er 61.900 UM ÁRIÐ. Tað vil siga tað sama, sum at vit missa fakleika, kunnleika og arbeiðsvilligar føroyingar, tí tað ikki loysir seg at arbeiða hjá teimum.
Pensjónistar eru júst tey, sum hava goldið LONGST inn til fólkapensjónina – tí er tað burturvið at pástanda, at tey ikki skulu hava atgongd til hana, um tey eru før fyri at taka eitt eyka tak fyri føroyska samfelagið.
Hetta snýr seg um at stuðla heldur enn revsa føroyingar, sum vilja arbeiða.
Hetta snýr seg um at raðfesta føroyskt og at virða teir føroyingar, sum alla sína tíð hava givið sítt íkast til okkara vælferðarsamfelag.
Atli F. Johansen
Sambandsflokkurin