Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Stjóri til Sp/f Tváttur

Umsóknarfreist: 23.10.2026

Tváttur er eitt reinsarí og vaskarí, ið leigar út, reinsar og vaskar klæði til einstaklingar, vinnufyritøkurog almennar stovnar. Vit brúka nútímans tøkni fyri at tryggja eina javna góðsku, og menna alsamtokkara tænastustig, til tess at nøkta krøv kundans. Í eini menningartilgongd av felagnum, hevurnevndin valt at seta nýggjan stjóra at standa fyri menningini av felagnum frameftir.

Stjóri til Sp/f Tváttur

Tváttur er í eini góðari menning og vit leita nú eftir dugnaligum og framskygdum stjóra at standa áodda fyri dagliga rakstrinum og víðari menningini av felagnum. Brennir tú fyri leiðslu, góðum kunda-og tænastuupplivingum og hevur tú gott og jarðbundið forrætningstev, so er tað kanska tær, vit leitaeftir!

Um starvið
Sum stjóri á Tvátti fært tú yvirskipaðu ábyrgdina av fyritøkuni. Starvið fevnir breitt, og tú kemur athava ein týðandi leiklut í at tryggja at fyritøkan framhaldandi er kappingarfør, framkomin og eitt gottarbeiðspláss.

Nakrar av tínum høvuðsuppgávum verða:

  • Standa fyri og tryggja ein støðugan, skynsaman og framkomnan rakstur av allari fyritøkuni.
  • Ganga undan, motivera og menna okkara røsku starvsfólk, og tryggja eitt gott og trygtarbeiðsumhvørvi.
  • Ábyrgd av fíggjarætlanum, úrsliti og at menna verandi og nýggj kundasambond.
  • Í tøttum samstarvi við nevndina at seta strategisku kósina og menna nýggjar, burðardyggarloysnir og tænastur.

Ynskiligir førleikar:

  • Leiðsluførleikar og góð samstarvsevnir.
  • Royndir frá samráðingum og ger av avtalum við kundar.
  • Gott búskaparligt tev, og innlit í roknskap og fíggjarstýring
  • Gott praktiskt og tekniskt forstáilsi, í mun til virksemið, líknandi tí hjáTvátti.
  • Viðkomandi útbúgving.

Persónligir eginleikar:
Sum persónur vænta vit, at tú ert neyvur, ágrýtin, praktiskur og miðvísur. Tær dámar væl størriavbjóðingar og tú hevur lætt við at samstarva. Harafturat vænta vit, at tú er fleksibul og kanstarbeiða uttanfyri vanliga arbeiðstíð, tá tað krevst. Tú trívist við at arbeiða ímóti freistum og hevurevnir til at hava ein jaligan hugburð – bæði innanhýsis og uttanhýsis.

Løn og setanartreytir annars verða sambært avtalu við arbeiðsgevara.

Umsóknir verða at senda skjótast gjørligt og í seinasta lagi 23. Oktober til VRG, Glyvravegur 40, 625Glyvrar, tlf. 566600. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Símun Hammer á VRG.Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.