Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.10.2026 12:23

Kyrjasteinur verður burturbeindur – timbrið fær nýtt lív

Nú eru uttastu plankarnir tiknir av og skulu endurnýtast. Mynd: Eyp.fo

Fyrsti partur av arbeiðinum at taka gomlu skonnartina, Kyrjastein í Fuglafirði niður, er nú byrja.

Plankarnir verða nú tiknir av Kyrjasteini, sum seinni síðani skal burturbeinast. Tað avgjørdi Fuglafjarðar býráð fyrr í ár.

Tað er timburmaðurin Bjartur Hansen, sum er byrjaður at taka plankar niður, har besta timbrið verður tikið frá til endurnýtslu.

Ætlanin er at goyma timbrið og seinni brúka tað til benkur við nýggja sandflogbóltsvøllin sum skal byggjast á staðnum har Kyrjasteinur stendur í dag.

Soleiðis kann ein partur av Kyrjasteini koma til nyttu aftur og samstundis eisini verða varðveittur.

Les eisini: Kyrjasteinur verður nú burturbeindur

Myndir: Eysturoyarportalurin