Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.10.2026 12:04

Filmsøguligur dýrgripur funnin í gomlu húsunum hjá Peter Mohr Dam

Mynd: Filmsfelagið

Tíðindaskriv/Filmsfelagið

Eitt sjáldsamt filmsøguligt skjal er komið undan kavi í gomlu húsunum hjá fyrrverandi løgmanni Peter Mohr Dam á Tvøroyri. Talan er um eitt treatment frá 1958 til filmin Tro, håb og trolddom eftir William Heinesen og Erik Balling.

Treatmentið er eitt tíðligt grundarlag undir filminum Tro, håb og trolddom, sum Erik Balling leikstjórnaði fyri Nordisk Film. Filmurin varð lutvíst tikin upp í Føroyum og hevði frumsýning í 1960.

Treatmentið varð funnið millum skjølini, sum Atli Dam, sonur Peter Mohr Dam, læt eftir seg. Børnini hjá Atla Dam hildu, at talan var um eitt áhugavert filmsøguligt skjal, sum hevði áhuga fyri Filmshúsið, og lótu tí Filmshúsinum treatmentið í gávu.

Marjun Niclasen, leiðari í Filmshúsinum, og stýrið fyri Filmshúsið vóru samd um, at best var at lata Tjóðskjalasavninum skjalið, so tað kann verða varðveitt á rættan hátt og vera tøkt í framtíðini.

Fríggjadagin í síðstu viku varð treatmentið formliga handað Tjóðskjalasavninum.

John Debes Jacobsen, skjalavørður á Tjóðskjalasavninum, tók ímóti treatmentinum og fegnaðist um, at hetta serliga tilfarið nú verður varðveitt fyri eftirtíðina. Hann vísti samstundis á týdningin av at savna handrit, films- og annað søguligt filmstilfar á einum staði, har tað kann verða skrásett og varðveitt undir røttum umstøðum.

Treatmentið verður nú skrásett á Tjóðskjalasavninum og verður harvið eisini atkomiligt hjá almenninginum. Áhugað kunnu venda sær til Tjóðskjalasavnið og fáa høvi at síggja skjalið og kunna seg nærri um tað.

Fyri Filmshúsið hevur tað týdning, at eitt skjal, sum knýtir William Heinesen og Erik Balling at einum serligum parti av føroyskari filmssøgu, nú verður varðveitt og gjørt atkomiligt fyri almenningin.

Frá einari filmsætlan í 1958, umvegis húsini hjá Peter Mohr Dam á Tvøroyri, hevur treatmentið nú fingið sítt fasta pláss á Tjóðskjalasavninum.

Mynd: Filmsfelagið
Mynd: Filmsfelagið

Spjaldur