Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.10.2026 13:08

Skjótur vøkstur kann hava ein kostnað fyri hjartað hjá laksi

Mynd: Firum

Firum

Nýggj gransking frá Firum bendir á, at skjótur vøkstur kann hava neiliga ávirkan á hjartaheilsuna hjá laksi.

Í kanningini hava granskarar kannað krúnulívæðrarnar hjá alilaksi á fýra føroyskum alistøðum, tað vil siga æðrarnar, sum veita hjartavøddanum súrevni og føðsluevni. Úrslitini vísa, at skjótari vøkstur hongur saman við meira æðrakálking í hesum æðrum. Æðrakálkingin ger æðrarnar trongri og kann tí minka um blóðveitingina til hjartað. Hetta kann avmarka førleikan hjá hjartanum at arbeiða nóg væl, serliga tá ið fiskurin verður strongdur og hjartað skal arbeiða eyka hart.

Úrslitini benda sostatt á, at tað kann vera neyðugt at finna eina javnvág millum skjótan vøkstur og góða hjartaheilsu.

Greinin er útgivin í altjóða vísindaliga tíðarritinum Aquaculture og er skrivað av Heidi S. Mortensen, PhD lesandi á Firum, saman við føroyskum og útlendskum samstarvsfeløgum. Granskingin er partur av PhD-verkætlanini hjá Heidi S. Mortensen, sum er stuðlað av Firum, Granskingarráðnum, og Danmarks Innovationsfond.

Firum - PhD útgáva grein 06-10-26 5.png
(Mynd: Heidi S. Mortensen, Firum)

Trýst á mynd fyri at síggja í hægri upploysn.

Myndin vísur seks dømir um hvussu æðrin kann síggja út í mun til æðrakálking:
Frá stig 0, ongin æðrakálking, upp til stig 5, nógv æðrakálking.

Útgávur

  • Les útgávuna í Aquaculture talgilt her
  • Tak útgávuna niður sum PDF fíla her
  • Sí fleiri útgávur, ið Firum luttekur í her
Meira kunning

Vilt tú vita meira um verkætlanina Hjartaheilsa hjá aldum laksi, kanst tú seta teg í samband við Heidi S. Mortensen, PhD lesandi á Firum, á heidi@firum.fo ella á tlf.: 774765.

> Les meira um verkætlanina her: Hjartaheilsa hjá aldum laksi

Firum - PhD útgáva grein 06-10-26 2.png
Firum - PhD útgáva grein 06-10-26 3.png

Firum - PhD útgáva grein 06-10-26 4.png
(Myndir: Tróndur Dalsgaard)

Spjaldur