EB/Streymur skrivar:
Hans Pauli á Bø hevur skrivað undir nýggjan sáttmála.
Hans Pauli á Bø hevur skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála við EB/Streym. Sáttmálin er galdandi til og við 2028.
21 ára gamli norðskálamaðurin er uppvaksin í felagnum. Hann er ein arbeiðssamur og tekniskt sterkur miðvallari, sum við sínum bóltførleika gevur okkum fleiri møguleikar á miðvøllinum.
Bóltsnillingurin spældi sín fyrsta dyst fyri besta mansliðið í apríl 2022 og hevur síðani spælt 63 dystir og skorað trý mál.
Vit í EB/Streymi fegnast um, at Hans Pauli hevur valt at halda fram í felagnum, og gleða okkum til at fylgja menningini hjá honum komandi árini.