Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.10.2026 15:49

Trivnaðarnevndin á vitjan hjá Barnabata

Trivnaðarnevndin saman við Hedvig Johansdóttir, aðalskrivara, og Arnfríð Lützen, samskiftis- og kunningarfólki hjá Barnabata. Mynd: Løgtingið

Løgtingið

2. oktobur 2026 var Trivnaðarnevndin á vitjan hjá Barnabata. 

Barnabati varð sett á stovn 22. mars 1980. Felagsskapurin virkar fyri at bøta um kor, trivnað og menning hjá børnum og ungum í Føroyum. 
Hetta ger felagsskapurin eitt nú við at skipa fyri tiltøkum, sum Í Menniskjum Góður Tokki, stuðul til fíggjarliga sperdar familjur, 116 111 – Tú & Eg Ráðgevingin og Betri vinir.

Á vitjanini greiddu Hedvig Johansdóttir, aðalskrivari, og Arnfríð Lützen, samskiftis- og kunningarfólk, frá virkseminum hjá felagsskapinum, eins og greitt varð frá framtíðarætlanum og -virksemi.


Mynd: Hedvig Johansdóttir hevur verið aðalskrivari hjá Barnabata síðan 1. marts í fjør. 


Mynd: Eyðkendu plakatirnar, sum føroysk listafólk hava gjørt fyri Barnabata ígjøgnum árini. 


Mynd: Arnfríð Lützen, samskiftis- og kunningarfólk hjá Barnabata, greiðir frá einum av átøkunum hjá Barnabata: Í menniskjum góður tokki.