Eiðis kommuna fer nú undir at skifta graslíki á sparkvøllinum við skúlan í bygdini. Tí boðar hon frá, at ikki er ikki loyvt at fara inn á vøllin meðan arbeiðið fer fram.
Arbeiðið verður væntandi liðugt hóskvøldið, og tá verður vøllurin latin upp aftur.
Heitt verður tí á øll um at virða avmarkingina, meðan arbeiðið fer fram.