Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.09.2026 09:03

Ítróttarhúsið við Løkin skal nú gerast liðugt

"Nóas Ørk" í bakgrundini, meðan leikarar og áskoðarar hjá NSÍ fegnast yvir ein sigur. Mynd: Eyp.fo

Á býráðsfundi í Runavíkar kommunu hóskvøldið 24. september, varð avgerð tikin um at fara at byggja ítróttarhúsið við Løkin liðugt.

Í februar 2024 skrivaði Eysturoyarportalurin, at NSÍ loksins fór at fáa sítt egna ítróttarhús. Men tann ætlanin bleiv ongantíð heilt til veruleika.

Tá varð ein træbygningur settur oman á stoypta fundamentið sunnanfyri vøllin. Ætlanin var, at skiftingarrúm skuldu vera á niðaru hæddini og at kontór og onnur hølir skuldu vera á ovaru hæddini.

NSÍ hevði frammanundan brúkt ítróttarhøllina og Bylgjuna sum skiftingarrúm og tilhaldsstað í mong ár.  

Men nýggja húsið varð ikki tikið í nýtslu. Í fjør varð træbygningurin, sum varð nevndur „Setrið“ og í lokaløkinum eisini kallaður Nóas ørk, tikin av aftur. Men nú hevur so býráðið í Runavíkar kommunu tikið avgerð um at ítróttarhúsið skal endaliga gerast liðugt.

“Nú hevur kommunan brúkt fitt av pengum upp á ein bygning, sum hevur staðið til onga nyttu fjórða árið á rað.

Skal ítrótturin fáa nyttu av húsinum, má ein hædd setast oman á verandi bygning sambært heildarætlanini, og húsið má innrættast. Ætlanin fevnir eisini um áskoðarapláss framman fyri bygningin”, sigur Arnfinn Langgaard, formaður í ítróttarnevndini í Runavíkar kommunu við Eysturoyarportalin.

Arnfinn Langgaard formaður í ítróttarnevndini í Runavíkar kommunu. Mynd: Eyp.fo/Pætur E. Jacobsen

Eitt liðugt ítróttarhús kann gagna fleiri feløgum við ítróttardepilin. Tá NSÍ flytur úr Bylgjuni, verður pláss fyri øðrum virksemi har. Hondbóltsfelagið Tjaldur, við øllum sínum limum, hevur til dømis einki felagsrúm í løtuni.

Sum formaður í ítróttarnevndini eri eg sera fegin um, at eitt samt býráð loksins hevur mælt til at fáa húsið projekterað og klárt at bjóða út til næsta nevndarfund,“ sigur formaðurin í ítróttarnevndini at enda.