Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.09.2026 08:16

Havið gevur og havið tekur

Mynd: Miðnám á Kambsdali

Miðnám á Kambsdali

Mikudagin 23. september varð leikinum Upphav framførdur í skúlahøllini. Í 60 minuttir megnaði Gunnvá Zachariassen at rúnabinda næmingarnar við hesi vanlukkuligu, men samstundis hugtakandi og vøkru søgu. 

Framførslan var fyrst og fremst ætlað 2. flokki, sum í løtuni fyrireikar seg til breytauppgávuna, sum er ein tvørfaklig einstakligauppgáva. Í ár Havið yvirskipaða temað , og fyri at geva næmingum íblástur til evnisval verður skipað fyri tiltøkum, sum úr ymiskum sjónarhornum lýsa evnið. Tí náttúruvísindaliga, tí búskaparliga og við leikinum Upphav tí hugvísindaliga.

Leikurin snýr seg um vanlukkuligu hendingina í Hesti 1. apríl 1919, tá 11 menn úr bygdini sjólótust. Leikfelagið TVAZZ og Leikhús SKIFT hava framleitt, og Gunnvá Zachariassen og Marita S Dalsgaard hava skrivað. Anna Katrin Ø. Egilstrøð hevur gjørt ljóðmyndina, meðan Silje Grimstad hevur sniðgivið pallmynd og ljós.

Leiklistin hevur eina serliga megi at bergtaka áskoðaran, tí hendingarnar verða manaðar fram av leikaranum, sum leiðir áskoðaran inn í ein annan heim. Hendan dagin var skúlahøllin á Kambsdali ikki longur skúlahøllin á Kambsdali, men umhvørvi í og rundan um Hestoynna, har vit fylgja smágentuni Óluvu, sum var seks ár og misti pápa sín hendan dagin.

Eftir framførsluna kundu næmingarnir seta Gunnvá og Onnu Katrinu spurningar, og næmingarnir og listakvinnurnar fingu eitt áhugavert prát um framførsluna, framleiðsluna av leikinum, um havið sum tema og um leiklist, sum heild.

Vit á Miðnámi á Kambsdali takka Tvazz og Leikhús SKIFT fyri framførsluna.