Univice
Í gjárkvøldið kom ein gamal kenningur siglandi inn á Skálafjørðin – Anguteeraq. Anguteeraq er av slagnum AWI 39, ið varð bygdur hjá AWI Boats í Runavík í 2024.
Anguteeraq varð bygdur til Grønlands, har hann hevur fiskað tosk og svartkalva. Fyrr í ár rendi báturin á eitt ísfjall og fekk stóran skaða omanfyri vatngangin. Tí er hann nú komin aftur til Føroya til umvælingar.
Afturat góðu og sterku konstruktiónini, sum gjørdi, at Anguterraq kundi sigla víðari eftir samanstoytin, er glasfiburbáturin eisini útgjørdur við einum Volvo Penta motori, síðuskrúvu og fiskireiðskapi frá Oilwind og radioútgerð frá Radiobúðini. Umvælingararbeiði fer væntandi at taka 2 mánaðir, tá fer báturin aftur til Ilulissat.
