Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.09.2026 12:46

Lisa fingið landsliðsboð

Lisa Haraldsen hevur umboða Føroyar í U17 og U19 og fær nú møguleikan fyri at umboða A landsliðið. Mynd: FSF

Fótbóltssamband Føroya

Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari, hevur sent boð eftir Lisu Haraldsen úr HB.

Lisa Haraldsen úr HB hevur fingið landsliðsboð til A-landsliðið fyri fyrstu ferð. Fyrr hevur ungi HB’arin umboða Føroyar á bæði U17 og U19 landsliðnum. 

A-landsliðið við kvinnum skal til Andorra fyrst í oktobur at spæla tveir venjingardystir. Hetta er ein liður í fyrireikingunum til Baltic Cup, sum verður í Estlandi seinni í ár.

Hópurin

Gunnvá Lutzen HB

Brá Zakariasardóttir HB

Lisa Haraldsen HB

Óluva Allansdóttir Joensen KÍ

Birita Ryan KÍ

Durita Hummeland KÍ

Tórunn Højgaard Joensen KÍ

Eyðvør Klakstein KÍ

Sanna Svarvadal KÍ

Maria V Johansen KÍ

Heidi Sevdal KÍ

Jancy Mohr KÍ

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir Víkingur

Mona Rasmusdóttir Víkingur

Natalia Dansdóttir Olsen Víkingur

Eydna Olsen Dalheim Víkingur

Anna C Brændstrup OB (Danmark)

Sara Benjaminsen FCN (Danmark)

Kára Sigurðsson FCN (Danmark)

Teresa Jacobsen ULM Warhawks (USA)